20.aug 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Broyting í kunngerðini um upptøku til gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar er nú kunngjørd.
Mentamálaráðið skal boða frá, at broytingin verður sett í verk á tann hátt, at broytingin ikki rakar teir næmingar, ið eru byrjaðir í 8. flokki hetta skúlaárið. Eisini, hóast hesir næmingar søkja á miðnám í 2022 ella seinni.
Ein skiftisskipan verður gjørd, soleiðis at broytingin fyrstani verður galdandi fyri næmingar, sum byrja í 8. flokki komandi skúlaár.
Broytingin viðv. týskum sum upptøkukrav á miðnámi umfatar sostatt ikki teir næmingar, sum í gjár byrjaðu í 8. flokki. Tað er ikki krav, at teir skulu velja týskt fyri at sleppa inn á búskapar-, hug- ella fyrireikingarbreytina í august 2022 ella seinni.
Kunngerðin er soljóðandi :
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin) (Týskt sum upptøkukrav)
§1 Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014, kunngerð nr. 19 frá 23. mars 2015, kunngerð nr. 60. frá 11. mai 2016 og kunngerð nr. 14 frá 5. mars 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 4, stk. 1, nr. 4, litra a og b verða orðað soleiðis: “a) Á búskaparbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum.
b) Á hugbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum.” 2. Í § 7, stk. 1, nr. 2 verður aftan á “enskum” sett: “, týskum” §2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsøkjarar, sum søkja um upptøku at byrja útbúgvingina í august 2022 og seinni.
may. 2024