12.jan 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
3 læraralesandi í Danmark hava tikið longu leiðina til Føroya í starvsvenjing.
Tey trý eru Marie Spanggaard Jakobsen, Nanna Head Shot Aagaard og Henrik Colstrup Klank, sum lesa til lærara á VIA University College í Århuus.
Tey byrjaðu í Tvøroyrar skúla 3.januar, og skulu vera í starvsvenjing í 6 vikur.
Tey hava upprættað ein blogg á Facebook, har tey greiða frá ymiskum í sambandi við starvsvenjingina í Tvøroyrar skúla.
Hevur tú áhuga, so kanst tú lesa bloggin her: http://nannahenrikmarie.blogspot.com/
apr. 2024