16.des 2016
Lagt út hevur: Páll Michelsen
Ein sera væleydnaður marknaðardagur var í Tvøroyrar skúla í gjár.
Næmingarnir á Tvøroyri og í Trongisvági høvdu síðani mánadagin stríðst og strevast við at gera ymiskt til sjálvan marknaðin, og sigast má, at úrslitið var framúr.
Kl.16.00 lótu dyrnar upp, og lítla løtu seinni var stúgvandi fult av fólki.
Fólk keyptu vøkru lutirnar, sum næmingarnir høvdu evnað til, og eisini varð Caféin, har fólk vóru móttikin av blíðum tænarum og har borðreitt varð við øllum góðum, væl vitjað.
At so Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe brádliga stóðu har og sungu vakrar sangir, gjørdi ikki Caféina minni hugnaliga.
Ágóðin av hesum stóra tiltaki fer í ár til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim. Peningurin, sum kom inn, verður handaður búfólki á Ellisheiminum til jólahaldið hjá skúlanum mánakvøldið kl. 18.30, og uttan at siga ov nógv, so verður talan um eina stórfingna gávu.
Tað verður forkvinnan í næmingaráðnum, Jórun Kristensen, handar gávuna.
apr. 2024