02.nov 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Ein kvinna verður deildarleiðari á Tvøroyri.
Tá umsóknarfreistin at søkja starvið sum deildarleiðari í Tvøroyrar skúla var úti á midnátt týskvøldið 1.oktobur, vóru komnar inn 3 umsóknir til starvið.
Allir umsøkjararnir vóru kvinnur, og tí er greitt, at tað fyri fyrsti ferð síðani 1982 - tá skúlin í Trongisvági byrjaði - verður ein kvinnuligur deildarleiðari.
Deildarleiðararnir, sum hava verið í føstum starvi síðani 1982, eru Ingier Petersen, Páll Vang, Finn Thomsen og Heri Thorsteinsson.
Starvið sum deildarleiðari verður sett fríggjadagin 4.novembur.
apr. 2024