Sosialu miðlarnir eru ein stórur partur av okkara samfelagi. Mann kann siga, at vit eru bundin av tí, tí vit brúka teir, áðrenn vit fara at sova, tá vit vakna og ein stóran part av dagligdegnum.
Sosialu miðlarnir kunnu millum annað vera Facebook, Instagram og Snapchat.
Facebook er meiri til aldursbólkarnar, ið eru eitt sindur eldri. Har kann mann senda myndir, video og annað út. Eisini er Facebook sera gott um, mann vil sleppa av við okkurt, tí so koyrir mann tað bara á onkran rótikassa á Facebook.
Instagram er kanska eitt sindur meiri til ungdómin, har leggja tey flestu ungu myndir út, har tey kanska redigera myndirnar, sum tey fáa størri reyv, tynri miðju og filtur, har tey ikki hava nakrar bumsar. Soleiðis verða tey so perfekt, og onnur fólk hyggja eftir myndinum við lítlum sjálvsáliti. Á Instagram snýr tað seg sera nógv um, hvussu nógv likes og fylgjarar mann hevur. Um mann hevur lítið av likes á einari mynd, so slettar mann tær o.s.fr.
Snapchat brúkar ungdómurin eisini meiri, tí har sendur mann myndir og video til vinirnar hjá sær. Tað er eisini har, vit spyrja hvønn annan um at fylgjast og sovorði, so mann kann siga, at vit brúka snapchat at samskifta við hvønnannan.
Sosialu miðlarnir kunnu eisini hava ringar síður. Eitt, sum er sera keðiligt, er, at mann skal síggja út sum eitt vist, helst er hetta til genturnar, tí har er sera stórt press á, hvussu akkurát tær skulu síggja út. Tær skulu millum annað ikki vera ov feitar, men ei heldur ov tunnar, tær skulu vera formaðar sum eitt tímaglas ellars er tað ikki “pent”, tær skulu hava stórar varrar, stór bróst og langt flott hár. Genturnar skulu síggja út sum modellir, annars eru tær ikki góðar nokk, og tað er ikki rætt, at bara tí mann ikki sær út sum hesar kendu genturnar, sum eru fullar í plastikki, at so er mann ikki er góður og penur nokk akkurát, sum man er.
Eitt annað, sum eisini er sera keðiligt á sosialu miðlunum, er happing á netinum. Hetta er nakað, sum fyrigongur nógv nú á døgum. Tað er mest ungdómurin, ið verður ávirkaður av hesum. Eitt, sum tey brúka nógv, er at verða anonymur, so kann mann ikki síggja, hvør persónurin er, sum skrivar til ein. Hetta halda vit vera sjúkt í høvdinum, at fólk faktist kunnu finna uppá at gera slíkt, tí tað kann vera, at tey ungu verða sera kedd og hugtung og kunna finna uppá at skaða seg sjálvan. So hetta má fáa ein enda sum skjótast.
Sosialu miðlarnir kunnu eisini vera uppbyggjandi t.d. kunnu teir hjálpa okkum at koma í samband við hvørt annað, og serliga er tað gott í hesum ringu og tungu tíðum, tá mann skal halda fjarstøðu. Teir eru eisini hentir, um mann vil selja okkurt, ið mann ikki brúkar meiri, so kann mann selja tað á rótikassanum á Facebook.
jul. 2025