Fyrst skal ovnurin setast á 180* gradir, so hann er klárur til brúk seinni.
Pastaið skal kókast, møguleiki er fyri at koyra hálvan supputerning í fyri smakk. Høsnarungastrimlarnar skulu hava nakrar fáar minuttir á pannuni, so teir brúnkast júst so nógv, sum tú vil hava tað.
Alt grønmetið skal vaskast og so skerast. Tað skal koyrast í eitt (stórt) ovnfast fat. Tá ið pastaið og høsnarungin er koyrdur í saman við tí, verður pesto koyrt í og blanda væl saman við øllum.
Ostur verður stroyddur omaná, alt eftir ynski.
Fatið skal setast mitt í ovnin í 15 minuttir.
So er klárt at eta, vælganist :-)
Tað kann goymast í køliskápinum til dagin eftir, tá skal tað bert hitast uppaftur og smakkar júst líka væl. Hetta er sera væl dámt at gera til bindiklubb.
Ein persónur slapp at royna fatið og gav tí 4 út av 5 stjørnum, tí tað var ein lættur og deiligur døgurði at fáa á middegi aftir við einari breyðflís og var júst passaliga broyskið.
Matgjørt og skrivað hevur Rakul Túná Rúnadóttir í 10. flokki